Nógvar dátur, sum ikki verða brúktar?
Vit geva tær fullfíggjað yvirlit
Vit veita bæði størri og smærri fyritøkum og stovnum ymiskar tænastur í dátustýring.
Vit veita bæði størri og smærri fyritøkum og stovnum ymiskar tænastur í dátustýring.
Ein skjótur máti at gera úrrit úr ymiskum keldum. Brúka vitanina um Excel og víðkaum við pivot-talvum og -ritmyndum. Funkurnar drill-down og slice síla tær upplýsingar, sum ikki skulu brúkast. Bygg eitt nærdátuvøruhús við PowerPivot, sum er sambundið við ymiskar keldur, og síggj tær nýggjastu dáturnar við bert einum klikki.
Savna saman dátur frá nógvum ymiskum keldum og skapa sannindi, sum kunnu hjálpa leiðsluni við at taka tær røttu avgerðirnar.
Fá møguleikan til at síggja rákini, so fyritøkan er fyrireikað til broytingar, áðrenn tær henda. Útvega dátur ígjøgnum standardiserað samband við úrritsamboð, Excel ella Power BI. Brúka hesi til at rokna tín KPI út og brúka drill-down fyri at síggja tærgrundleggjandi upplýsingarnar.
Brúka tað besta self-service BI-amboðið frá Microsoft og fá møguleikan til at geralivandi úrrit.
Tú kanst bæði heinta dátur frá nærkeldum sum SQL Server og Excel, og frá nettænastum sum Facebook, Twitter o.ø.
Gev brúkarunum eina visuella uppliving av tykkara upplýsingum. Vit importera/ummynda dátur, gera dátumodell, úrrit og uppseting. Harafturat bjóða vit skeið í Power BI.
Deil úrrit í skýnum og gev trygt beinleiðis atgongd til tínar dátur (in-house). Brúka Power BI Service til at vísa dátur á tíni heimasíðu.
Við Power BI Embedded kann Power BI byggjast inn í tínar innan- og uttanhýsis vev-appir.
2-dages kursus med fokus på de avancerede funktioner, når der skal bygges og vedligeholdes en komplet Power BI løsning. Det er bredt fokus på både Power Query, Data modellering, visualisering og governance.
-